- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Heinason kannar havið kring Føroyar

Magnus Heinason hevur verið sín fyrsta túr í ár, eftir at hava ligið í umleið tríggjar mánaðar í vetur, meðan ymsar umvælingar eru gjørdar við skipið.

Fyrsti túrurin í ár var ein standardhydrografi-túrur á 89 støðir, har hiti, salt, súrevni, ljós, fluorisens og æti verða mátað niður ígjøgnum sjógvin.

Hesir túrar verða gjørdir fýra ferðir um árið fyri at fylgja við umstøðunum og broytingum í havinum kring Føroyar. Túrarnir eru eisini liður í altjóða granskingarætlan, sum Havstovan er partur av.

Hetta slagið av túrum hava verið gjørdir síðan 1988, tó við smærri broytingum. Í ár eru støðirnar lagdar tættari landi, samstundis sum nýggjar støðir eru lagdar vestur úr Mykinesi. Hetta er gjørt fyri at fáa meira vitan um broytingarnar á Landgrunninum.

Veðrið var ólagaligt á túrinum, men kortini vóru allar 89 støðirnar tiknar, skrivar Havstovan á heimasíðuni.