- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES og Noreg vilja lata føroyingum 7,5 prosent av makrelinum

ES og Noreg vildu lata føroyingum 7,5 prosent av makrelkvotuni, tá strandarlondini samráddust í Írlandi í desember í fjør.

Hetta eru stívliga hálvt triðja prosent meira enn gamla semjan um makrelin gevur Føroyum.

Norska fiskivinnublaðið Fiskaren skrivar, at ES vildi lata Føroyum 7,5 prosent og Íslandi 6,5 prosent. Sambært blaðnum góðtók norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, hetta tilboðið hjá ES.

Blaðið skrivar, at Ísland segði nei takk. Og føroyska kravið er, sum skilst, framvegis 15 prosent av heildarkvotuni. Ísland krevur 16 ella 17 prosent í sín part.

Seinasta royndin at finna semju um makrelin fyri 2012 verður gjørd í Reykjavík í næstu viku.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur sagt, at eftir tann fundin verður føroyska makrelkvotan fyri 2012 ásett. Vinnan væntar, at kvotan í ár verður ikki minni enn í fjør, tá hon var 150.000 tons.

Fiskaren skrivar, at ES nú ætlar at hækka tilboðið til Føroyar og Ísland úr 14 prosentum upp í 16 prosent. Norskir reiðarar leggja trýst á ráðharran fyri at fáa hana at lata vera við at taka undir við tilboðunum hjá ES.

ES er í samráðingunum við Ísland um limaskap, og kemur tí við tilboðnum um størri makrelkvotu fyri at tekkjast íslendingum, siga reiðararnir, sum vilja hava, at Ísland fær í mesta lagi fýra prosent og Føroya sjey prosent.