Bartal í starvsvenjing á Christiansborg

Bartal í starvsvenjing á Christiansborg
Bartal Súsonnuson Hansen er í løtuni í starvsvenjing á Christiansborg, har hann fær innlit í, hvussu tað er at starvast har
16.04.2016 - 01:45

Christiansborg er karmur um danska lóggávutingið, fólkatingið, hægstarætt og forsætisráðstovuna. Har ber eisini til hjá ungum næmingum í Føroyum at sleppa í starvsvenjing. 16 ára gamli Bartal Súsonnuson Hansen, ið gongur í Nám X, hevur seinastu dagarnar verið á Christiansborg, har flest allir danskir politikkarar halda til.

 

- Starvsfólkini her eru ordiliga fitt og hava tikið væl ímóti mær.

 

Politiskt virkin
Eftir valið í 2015 er áhugin fyri politikki hjá Bartali vaksin við tí úrsliti, at hann valdi at gerast limur í Sosialistisk Ung. Av somu orsøk tók hann avgerð um at fara til Danmarkar í starvsvenjing í fólkatinginum, har talan er um alt annað enn monotont arbeiði.

 

- Dagarnir her eru sera ymiskir, eingin er eins. Eg møti kl. 10 og fái ymsar uppgávur frá skrivaranum, ið eg skal loysa ella gera. Onkuntíð fari eg inn í fólkatingssalin til orðaskifti ella spyrjitíma.

 

- Skal uppføra meg professionelt
Fyrsta dagin fekk Bartal rundvísing og varð kunnaður um ymsu flokkarnar, og hvat teirra arbeiði á Christiansborg er. Hann kom eisini at kenna Borgina betur og lærdi, hvussu mann skal bera seg at.

 

- Eg fekk at vita, at nú tá eg eri á Christiansborg, skal eg vera politiskt uttanveltaður. Eg kann tó væl spyrja onkran, hví viðkomandi heldur eitthvørt, tað skal bara ikki vera niðurgerandi.
Harafturat varð eg biðin um at uppføra meg professionelt, serliga tá myndatól eru til staðar.

 

Spennandi og læruríkt
Bartal hevur verið í starvsvenjing í eina viku og hevur somuleiðis eina viku eftir. Sum heild hevur vikan verið góð, og hann gleðir seg til komandi viku, sum óivað verður uppaftur betri, nú hann so smátt er byrjaður at fóta sær á Borgini í Keypmannahavn.

 

- Eg ivist ikki í, at hetta verður nakað, ið eg leingi kann hyggja aftur á við gleði, tí tað er sera spennandi og læruríkt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.