Danska stjórnin: Tað skal verða truplari at gerast danskur statsborgari

Danska stjórnin: Tað skal verða truplari at gerast danskur statsborgari
Tað skal verða alsamt meira trupult at fáa danskt statsborgaraskap, heldur danska stjórnin
03.09.2015 - 04:30

Í framtíðini skulu útlendingar, sum ynskja at gerast danskir statsborgarar, hava staðið roynd, sum svarar til eitt 9. floks prógv. Í dag svarar støðið umleið til eitt 7. floks prógv, sigur útlendingamálaráðharrin Inger Støjberg (V) við DR.

 

- Mann skal ganga frá donskum 2 til 3. Tað svarar til, at mann skal tosa, skriva og skilja danskt á einum 9. floks støði, sigur inger Støjberg við DR.

 

- Tað at fáa danskt statsborgaraskap er nakað heilt serligt, og tískil noyðast vit eisini at seta nøkur krøv í samband við tað. Eg haldi, at mann skal duga danskt á einum relativum hægri støði, um mann ynskir at gerast danskur statsborgari. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.