Øl og bøn á G!

Øl og bøn á G!
Annað árið á rað, at tú hevur møguleikan at vitja G! Kirkjuna.
19.07.2014 - 16:30

Ball, harður tónleikur og enn meira ball er ofta sett í samband við ein festival. Tó umboðar G! ikki bara fólkini, ið drekka seg undir borðið hvørt kvøld. Beint omanfyri pallin á sandinum liggur ein kirkja. Kirkjan er lítil og líkjist einum fjósi.

 

Í kirkjuni eru ofta prestar ella onnur fólk, sum eru virkin í samkomum til staðar, sum kunnu bjóða eitt prát ella eina bøn.

 

Jonathan Gaardlykke er vaktur í kirkjuni og letur sera væl at. Hann heldur, at tað er umráðandi at hava kirkju, har sum fólk koma. Hann heldur, at kirkjan onkursvegna fjálgar fjølbroytni á G!

 

Onkur vildi kanska mett, at kirkjan og lívið á festival-økinum eru mótsetningar, og tað er júst tí, at Jonathan heldur, tað vera umráðandi at hava kirkjuna júst her.

 

- Tað eru nógv kristin, sum halda seg burtur, tí tey ikki vilja verða skitin av teimum, sum ganga í býnum, og tað haldi eg er skeivt. Tískil er tað umráðandi at fáa brotið múrin millum trúgvandi og "ikki-trúgvandi", sigur Jonathan at enda.

 

 

Sí myndarøð niðanfyri - Sonja Wang Hansen og Hanna Vang hava tikið myndirnar

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.