- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettir fyri harðskap
Tríggir menn eru skuldsettir fyri harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum í Havn á tollaksmessu.
Tveir eru avhoyrdir.
Og politiið hevur verið í sambandi við triðja mannin og avtalað við hann, at hann kemur saman við advokati á politistøðina til avhoyringar.
Ein maður, sum var tikin í nátt, er skuldsettur fyri nøkur brot.
Hann er skuldsettur fyri at hótta ein politist og fyri at royna at rýma frá politiinum, eftir at hann var handtikin.
Málið byrjaði í einum skeinkingarstaði í Havn, haðani fráboðan kom um mannin stutt fyri klokkan hálvgum tvey.
Vindskaðar
Politiið hevur fingið fráboðanir um fýra vindskaðar, men teir eru lítlir, skaðarnir.
Fráboðanir komu úr Havn, Klaksvík, Vági og av Argjum.