- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðtøkumál í rættinum
Neyðtøkumál í rættinum
Ein 17 ára gamal maður er ákærdur fyri at neyðtaka eina javnaldrandi kvinnu í Havn í apríl í fjør
08.12.2023 - 14:12
Ein 17 ára gamal maður er ákærdur fyri neyðtøku og skal í Føroya rætt mánadagin og týsdagin.
Maðurin er ákærdur fyri at neyðtaka eina javnaldrandi kvinnu í Havn í apríl í fjør.
Hann noktar seg sekan.
Ákæruvaldið hevur seks vitni, sum skulu avhoyrast í rættinum.
Sambært ákæruritinum var harðskapur brúktur í sambandi við neyðtøkuna.
Málið kemur ikki undir lógina um, at sex krevur samtykki, tí hon kom ikki fyrr enn 1. juni í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV