Føroyingur settur í varðhald í psykiatriskum sjúkrahúsi

Føroyingur settur í varðhald í psykiatriskum sjúkrahúsi
Maðurin, sum í fjør drap eina kvinnu í Danmark, hevur fingið sonevndan anbringelsesdom, tað er varðhald i psykiatriskum sjúkrahúsi
Maðurin var í rættinum mikudagin.
 
25.08.2023 - 08:32

Rætturin í Hillerød hevur sett ein 32 ára gamlan føroying í varðhald í psykiatriskum sjúkrahúsi. 

Læknar og dómsvaldið skulu seinni meta, um treytirnar í dóminum skulu gerast linari ella strikast.

Maðurin tók við dóminum.

Maðurin var ákærdur fyri at dripið eina 60 ára gamla kvinnu í Fredrikssund 6.august í fjør, skrivar Ritzau.

Hann kendi ikki kvinnuna.

Sambært ákæruritinum setti hann eld á eini summarhús, gav einum løgreglumanni nevan og sló ein annan nógvar ferðir, tá hann skuldi takast.

 

Hassj uppi á sær

Tá hann var tikin á Amager, hevði hann sløk 300 gramm av hassji uppi á sær.

Maðurin játtaði seg sekan í drápinum, tá hann var tikin.

Hann skal hava sagt, at hann var errin av tí. Hetta var einasti útvegur, segði hann.

32 ára gamli maðurin var eisini ákærdur fyri at hótta eitt starvsfólk á Psykiatrisk Center Ballerup.

Hann hevur verið í varðhaldi síðani 7. august í fjør.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221