- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkt ferðafólk flutt á Landssjúkrahúsið
Sjúkt ferðafólk flutt á Landssjúkrahúsið
Fyrrapartin var tyrla hjá Atlantic Helicopters eftir sjúkum ferðafólki sunnanfyri Føroyar
28.07.2023 - 15:31
Fyrrapartin var tyrla hjá Atlantic Helicopters eftir sjúkum ferðafólki sunnanfyri Føroyar.
Talan er um eina kvinnu, sum skuldi á sjúkrahús.
Tyrlan var hjá útlendskum ferðamannaskipi, sum er á veg til Íslands.
Skipið var 70 fjórðingar í ein landssynning sunnan úr Føroyum.
Tveir tímar og 10 minuttir gingu, frá tí, Sjóbjargingarstøðin í Havn fekk boðini, til sjúka kvinnan var í Landssjúkrahúsinum.
Skipið hevur ikki tyrlupall, so neyðugt var at hála kvinnuna upp í tyrluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV