- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hassj fyri triðju ferð í trolara
Nú er aftur funnið hassj um borð á grønlendska trolaranum Polar Nataarnaq.
Tá manningin gjørdi reint í verksmiðjuni, vóru funnin 1,8 kilo av hassji, skrivar miðilin Sermitsisaq.AG.
Hann hevur fingið tíðindini váttað hjá politinum í Grønlandi, sum sigur seg hava sent politinum í Føroyum málið.
Tað er tí, at Polar Nataarnaq er á Skála til umvælingar. Hann hevur ikki verið í Grønlandi í hesum umfarinum.
Rendi á ísfjall
Tí leygardagin sigldi hann á eitt ísfjall sunnan fyri Grønland.
Eingin fólkaskaði var. 13 mans eru við trolaranum.
Polar Nataarnaq var á veg til Grønlands, eftir at hava verið á beding í Danmark.
Meðan hann var har, vóru funnin fýra kilo av hassji umborð.
Á veg heim til Grønlands var trolarin á Havnini. Tá vóru funnin fimm kilo aftrat av hassji umborð.
So tollarar hava funnið níggju kilo og manningin sjálv 1,8 kilo av hassji um borð á Polar Nataarnaq.