- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið vil hava áseting um grooming í revsilógini
Politiið kannar í løtuni eitt mál um misnýtslu av børnum á netinum, har tveir menn eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.
Talan er um barnalokking ella sokallaða grooming.
1. juli í ár var grooming gjørt revsivert í Danmark, men føroyska revsilógin hevur onga áseting um grooming enn.
Men tað áttu vit at havt, sigur ákæruvaldið.
- Ein áseting um grooming, hevði hjálpt ákæruvaldinum og børnunum, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, væntar, at Føroyar fara at gera sum danir næsta ár.
- Neyðugt er at leggja upp fyri brotsverkum á talgildu pallunum, heldur landsstýrismaðurin, ásannar at Føroyar eru eftirbátar á summun økjum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: