Grundlógaravhoyring um hvítvask

Grundlógaravhoyring um hvítvask
Ein maður úr Niðurlondum, hann er føddur í 1959, var tikin á flogvøllinum í gjáramorgunin. Hann hevði 50.000 kr. uppi á sær 
Maðurin hevði eisini føroyskar seðlar upp á sær.
 
05.06.2023 - 09:14

Grundlógaravhoyring um hvítvask byrjaði í Føroya rætti klokkan hálvgum tíggju í morgun.

Ein maður úr Niðurlondum, hann er føddur í 1959, var tikin á flogvøllinum í gjáramorgunin. Hann hevði 50.000 kr. uppi á sær. 

Av tí, at hann ikki kundi siga, hvaðani pengarnir stavaðu, var hann handtikin.

Í slíkum førum er illgruni um, at pengarnir koma frá ólógligum virksemi.

Maðurin hevði bæði føroyskar og danskar seðlar.

Í grundlógaravhoyringini fer ákæruvaldið at krevja, at maðurin verður dømdur alt fyri eitt og útvístur, um hann játtar seg sekan.

Um hann noktar seg sekan fer ákæruvaldið at krevja varðhaldsfongsling, so stundir vera at arbeiða við málinum.

Maðurin var einsamallur í Føroyum sum ferðamaður. Hann var her í 14 dagar.
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221