- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið fer í Landsrættin við máli um blúnisbrot
Ákæruvaldið ætlar at royna málið um starvsmannin á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík í Landsrættinum.
Dómurin hjá Føroya rætti er skotin inn fyri Eystara landsrætt.
Maðurin fekk í Føroya rætti 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot, og hann var vístur av landinum við forboði móti at koma aftur higar í trý ár.
Hann misti ikki rættin at fáast við fólk, sum eru yngri enn 18 ár, hóast ákæruvaldið kravdi tað.
Noktaði seg sekan
Hann var eisini ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við gentu, sum var yngri enn 18 ár. Men hann var eisini fríkendur fyri tað.
Maðurin, sum er útlendingur, noktaði seg sekan í øllum.
Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, eftir at dómur fall í Føroya rætti, til hann fór av landinum. Men tað vildi Føroya rættur ikki.
Tann úrskurðurin var sendur Landsrættinum, sum ikki hevur svarað enn.