- Tíðindi, mentan og ítróttur
17 kærur um politiið í Føroyum
Den Uafhængige Politiklagemyndighed í Danmark, ella Ótengdi løgregluklagumyndugleikin, fekk 17 kærur úr Føroyum í 2022.
Níggju vóru um revsilógina, fimm um atburð og tríggjar um ferðslu.
Fimm kærur um revsilógina vóru avvístar sambært rættargangslógini.
Tvær kærur um atburð vóru avgreiddar uttan atfinningar, tí har var orð móti orði, stendur í ársfrágreiðingini hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed fyri 2022.
Í 2021 komu níggju mál úr Føroyum.
Fimm revsimál vóru og fýra um atburð hjá løgreglufólki.
Sambært ársfrágreiðingini fyri 2021 vóru tríggjar kærur avvístar sambært rættargangslógini.
Í einum máli var skrivað upprit.
Orð móti orði
Eins og í fjør var eingin atfinning í tveimum málum um atburð, tá har var orð móti orði.
Ótengdi løgregluklagumyndugleikin kannar revsimál móti løgreglufólki og viðger og tekur avgerðir í klagum um atburð løgreglufólks.
Sambært heimasíðuni hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum stovnurin eitur á donskum, stremba tey eftir at tryggja eina rættvísa málsviðgerð fyri øll.
Myngugleikin er hvørki í borgarans ella løgreglunnar tænastu, men í sannleikans tænastu.
Hetta merkir, at hvørki borgari ella løgregla verða sett hægri enn hin í kanningini og avgerðini í einum máli.