- Tíðindi, mentan og ítróttur
Opið sum vant sunnunátt tó uttan tónleik
Politiið var fjølment í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið og í nátt, bæði úti og inni.
Skeinkistøðini vóru opin sum vant leygarkvøld og sunnunátt, hóast páskadagur er.
Tað hava tey loyvi til, men tey mugu ikki hava tónleik ella annað undirhald.
Og tað høvdu tey heldur ikki, sigur politiið, sum var á skeinkistøðunum í nátt.
Bilur endaði á takinum
Sum heild var friðarligt í náttarlívinum, sambært politinum.
Nógvir bilar vóru steðgaðir, men heldur ikki har var nakað at finnast at.
Men tíðliga seinnapartin í gjár fór ein bilar út av vegnum norðan fyri Langasand í Streymoynni.
Hann endaði á takinum. Bilførarin fekk ikki skaða, men hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.