Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gilli flytur heim at spæla við barndómsfelagnum TB
Gilli flytur heim at spæla við barndómsfelagnum TB
Fótbóltsfepur valdar á Tvøroyri, nú tað er greitt, at landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið
15.03.2023 - 17:21
"GILLI ER KOMIN HEIM!!! Ja, tit hoyrdu rætt, hóast tað líka skal sodna eina løtu!"
Soleiðis skrivar TB á sínum Facebook-vanga í dag, nú felagið kann kunngera, at landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið.
30 ára gamli Gilli Rólantsson Sørensen, sum seinastu mongu árini hevur spælt í norskum fótbólti, er ein av royndastu leikarunum í føroyskum fótbólti.
Fekk debut sum 17 ára gamal
Gilli var einans 17 ára gamal, tá hann í 2009 spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB.
Talan var um ein dyst í kappingini um Løgmanssteypið, sum TB vann 6-0, og tvey av málunum skoraði tannáringurin úr Trongisvági.
Gilli Rólantsson Sørensen er higartil skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB.
Síðani Gilli fór úr TB, so hevur hann spælt við B36 í 2013 og danska AaB frá 2014 til 2016, áðrenn leiðin gekk til Brann Bergen í bestu norsku deildini. Har spældi Gilli fram til 2021, áðrenn hann skifti til Odds BK.
Gilli Rólantsson Sørensen er skrásettur fyri 60 A-landsdystir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV