- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri: Líkist ongum, at ongar kanningar eru í Sandoynni
- Nú verður sagt, at tað er ikki neyðugt at pota fyri koronu í Sandoynni. Tað líkist ongum, sigur borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg.
Fríggjadagin visti Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum, ikki um tað varð kannað verðuraftur í Sandoynni í hesi vikuni.
Gerhard Lognberg sigur, at hann hevur einki hoyrt frá Sjúkrahúsverkinum, um arbeitt verður við nakrari loysn.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Dagført:
Nú seinnapartin lýsir Sjúkrahúsverkið við, at til ber at kanna seg fyri koronu á Læknamiðstøðini í Sandoynni. Møguleiki er at bíleggja tíð klokkan 16.
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum vil ikki enn gera viðmerkingar, um talan er um eina varandi loysn.
Borgarstjórin í Skopun heldur, at tað líkist ongum, at ongar koronukanningar eru í Sandoynni.
Sí eisini