Landslæknin biður um hjálp úr Danmark at smittuspora

26.10.2021 - 12:58
InnlendisHeilsa
Landslæknin biður um hjálp úr Danmark at smittuspora
Stóra smittutrýstið av koronu, hesar seinastu dagarnar, hevur lagt stórt trýst á hjá landslæknanum, sum nú hevur biðið um hjálp til smittusporing úr Danmark
Landslæknin og fútin hava nú biðið um hjálp úr Danmark til smittusporing í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

So mikið stórt trýst er nú á Landslæknastovninum, at landslæknin hevur tørv á tíggju fólkum afturat til smittusporing.

Tí hava landslæknin og fútin í felag biðið Den nationale operative stab í Danmark um hjálp til Landslæknastovnin í Føroyum.

Væntandi verður talan um fólk frá donsku heimaverjuni.

 

Stendur á at ringja til smittað

Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, stendur í løtuni á at ringja til tey, ið eru smittað.

Støðan er kritisk, og tí er neyðugt at fáa útbúgvið fólk innan smittusporing. Tey eru ikki í Føroyum, men í Danmark, sigur Michael Boolsen, fúti.

"Vit vilja gjarna hava fólk, sum kunnu fara beint til verka, og fólk við tí serkunnleikanum finnast ikki í Føroyum í løtuni."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344