- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava frágreiðing um undirvísingartilfar
27.04.2021 - 13:35
Innlendis›Samfelag
Vil hava frágreiðing um undirvísingartilfar
Talan er um undírvísingartilfar, sum granskingargrunnurin Sjókovin ger ókeypis fyri Nám

Jenis av Rana, landsstýrismaður, visti ikki um avtaluna millum Nám og Sjókovan, og vil tí hava eina frágreiðing
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer at biðja um eina frágreiðing frá Námi um undirvísingartilfarið, sum granskingargrunnurin Sjókovin ger ókeypis fyri Nám.
Jenis av Rana sigur, at hann kundi hugsað sær at verið kunnaður fyrr.
>> Sí eisini: Sjókovin ger undirvísingartilfar til 6. flokk
Nám skal ikki rinda Sjókovanum fyri tilfarið, men rindar egna arbeiðsmegi, sum er at ritstjórna tilfarið.
>> Sí eisini: Nám: Okkara fakligheit tryggjar góðskuna
Tilfarið er talgilt, og alifyritøkan Bakkafrost hevur fíggjað tøkniliga partin av undirvísingartilfarinum við 300.000 krónum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV