- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rinda lán aftur, tí korona rakti ikki so meint
27.04.2021 - 11:28
Innlendis›Pengar
Rinda lán aftur, tí korona rakti ikki so meint
Hallið er munandi minni nú, enn væntað varð, tá lánini vórðu tikin

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Føroyar vórðu ongantíð so meint raktar av koronu, sum stúrt varð fyri tíðliga í fjør.
Tað merkir, at landskassin kann rinda part av lánunum aftur, sum landsbankin tók í juni í fjør til at fíggja væntað hall á fíggjarlógini.
Landskassin lænti í fjør tilsamans 1,6 milliardir kr. til at fíggja væntaðu ávirkanina av koronufarsóttini.
Men hallið er munandi minni nú, enn væntað varð, tá lánini vórðu tikin.
Hoyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV