- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áseta egna kvotu, um eingin semja fæst
24.03.2021 - 17:00
Innlendis›Vinna
Áseta egna kvotu, um eingin semja fæst
Samráðingar verða um makrelin í næsta mánaði

Samráðingarnar í apríl verða avgerandi, nær og hvussu stóra makrelkvotu, Føroyar fara at áseta sær sjálvum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Samráðingarnar um makrelin í apríl verða avgerandi fyri, nær, og hvussu stóra makrelkvotu, Føroyar fara at áseta sær sjálvum.
ES, Noreg og Føroyar hava havt eina avtalu um at fiska makrel, og Bretland, sum nú er strandaland, sigur seg eisini taka undir við avtaluni.
Men tað krevur, at Bretland góðtekur, at føroysk skip sleppa at fiska makrel í bretskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Fæst ikki semja um makrelin, fara Føroyar at áseta sína egnu kvotu, og tað kann ikki ganga ov long tíð, til tað verður gjørt, sigur landsstýrismaðurin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV