Jørgen: Gjaldið skal vera einfalt

18.11.2020 - 17:34
InnlendisPolitikkur
Jørgen: Gjaldið skal vera einfalt
Um tvær-tríggjar vikur er landsstýrismaðurin loksins klárur við uppskoti um veiðigjald. Men enn vil landsstýrismaðurin ikki siga stórvegis um tað

Samgongutingmaðurin Johan Dahl spyr landsstýrismannin í fíggjarmálum eftir einum uppleggi um veiðigjøld í fiskivinnuni. Tingmaðurin spyr, nær upplegið verður klárt at taka støðu til politiskt. Hvørjar meginreglur uppleggið byggir á, hvussu tað verður sett saman, og nær ætlanin er at seta nýggju skipanina við veiðigjøldum í verk.

Av tingsins røðarapalli lovaði Jørgen Niclasen, at eitt lógaruppskot er á veg. Um einar tvær-tríggjar vikur er uppskotið klárt til politiska viðgerð, segði landsstýrismaðurin.

Fyri hann - og fyri vinnuna - hevur tað týdning, at uppskotið er einfalt, segði Jørgen Niclasen av tingsins røðarapalli.

Sambært landsstýrismanninum er uppskotið gjørt í samstarvi millum Fíggjarmálaráðið, Taks, Vørn  og vinnuna.

Gjaldið verður ásett fyri eitt ár í senn - ávíkavist fyri uppsjóvarfisk og fyri botnfisk - og verður umroknað til eitt kilogjald.

Meira vil Jørgen Niclasen ikki siga um uppskotið i dag.

Í innslagnum tosa vit eisini við Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, sum spurdi landsstýrismannin eftir hansara uppskoti um veiðigjald. Eisini tosa vit við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum stóð á odda fyri undanfarnu samgongu, ið til fánýtis royndi at áseta eitt veiðigjald, har "yvirnatúrligi vinningurin" skuldi serskattast.   

FAKTA:

Veiðigjøldini, sum løgtingsmaðurin nú spyr eftir, eru umrødd í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri góðum 14 mánaðum síðani. Har verður nevnt eitt tilfeingisgjald, ið verður lýst soleiðis:

Tilfeingisgjaldið verður eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu-, olju- og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verða umleið á sama støði sum í 2018.

Tilfeingisgjaldið skal koma í staðin fyri tey krónugjøld, sum í dag verða løgd á uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum. Hesi gjøld eru ídag 1,50 kr/kilo fyri makrel, 60 oyru/kilo fyri norðhavssild og 25 oyru/kilo fyri svartkjaft, umframt 50 oyru/kilo fyri botnfisk í Barentshavinum.

Sambært fíggjarlógini fyri í ár skal landskassin fáa 314 milliónir í inntøkum frá avgjøldum á fiskatilfeingi, og sama tal - 314 milliónir - er sett sum inntøka í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Uppboðssølurnar av fiskatilfeingi, sum vórðu hildnar í 2018 og í 2019 geva framvegis pengar í landskassan. Trý ára og átta ára rættindini geva inntøkur, hvørt ár. Í ár og aftur næsta ár 54 milliónir í landskassan. Krónugjøldini geva sostatt 260 milliónir, meðan uppboðssølugjøldini frá undanfarnum árum geva 54 milliónir í landskassan. Tilsamans 314 milliónir.

Sambært landsroknskapinum vóru beinleiðis avgjøldini frá fiskivinnuni væl hægri í fjør. Tilsamans 369 milliónir krónur - góðar 221 milliónir komu inn í uppboðssølugjøldum og góðar 147 milliónir í krónugjøldum.

 
Er kopiera

Sí eisini

30.09.20
114186
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321