- Tíðindi, mentan og ítróttur
Økið í Saksun skal vera sethúsaøki
25.05.2020 - 13:55
Innlendis›Samfelag
Økið í Saksun skal vera sethúsaøki
Borgarstjórin í Sunda kommunu sigur, at tað ber ikki til at skilmarka millum sethús og summarhús

Sunda kommuna heldur fast um, at nógv umrødda økið í Saksun skal vera sethúsaøki
Tekniska nevnd í Sunda kommunu mælir býráðnum til at halda fast við verandi byggisamtykt í Saksun, um at økið oman ímóti Svartá skal vera sethúsaøki.
Umhvørvisstovan vil annars hava kommununa at broyta byggisamtyktina fyri økið, so talan bara verður um summarhúsøki.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at tað ber ikki til at skilmarka millum sethús og summarhús.
Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.
Yvirfriðingarnevndin skal tó taka endaliga støðu til, um byggjast kann á økinum við Svartá.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV