- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um nýggja lønartalvu
Í gjárskvøldið skrivaðu Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið undir nýggjan sáttmála.
Talan er um tvey-ára sáttmála hjá skiparum og stýrimonnum við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins og við Magnusi Heinason. Umframt lønarhækkan fekk Skipara og Navigatørfelagið eina nýggja lønartalvu har limirnir fáa endaløn eftir fimm ár í starvi í mun til tíggju ár í gamla sáttmálanum.
Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1. oktober 2017 og sambært Annfinni Garðalíð, so hevur talan verið um drúgvar samráðingar. Tað eru smáir 14 mánaðir síðan sáttmálin í fór úr gildi og tískil minni enn eitt ár til samráðast skal um nýggjan sáttmála.
Sí eisini