- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri staðfestingar av bróstkrabba

13 kvinnur hava fingið staðfest bróstkrabba, nú umleið helvtin av kvinnunum millum 50 og 69 ár eru vorðnar skreenaðar fyri bróstkrabba.
Krabbameinsfelagið fegnast sum heild um skreeningina og heldur, at hon ger ein mun, tí tær 13 kvinnurnar høvdu helst fingið staðfest bróstkrabba seinni, um skreeningin ikki varð sett á stovn.
5600 innkallingar
Tað er eitt gott ár síðani at mammografiskreeningin av øllum kvinnum millum 50 og 69 ár byrjaði. 5.600 kvinnur skulu samanlagt kannast, og higartil er heltvin av teimum inkallað. 1.912 kvinnur hava tikið av tilboðnum.
Og tøl frá Landssjúkrahúsinum vísa, at av teimum kvinnunum, sum eru kannaðar higartil, hava 13 kvinnur fingið staðfest bróstkrabba.
Durita Tausen er forkvinna í Krabbameinsfelagnum, og hon heldur, at higartil eru royndirnar av skreenignini jaligar.
Fleiri staðfestingar
Tøl hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at frá 2007-2016 hava í miðal 23 fólk fingið staðfest bróstkrabba í Føroyum um árið hjá kommunulækna. Men í fjør, tá skreeningin varð sett á stovn, fingu 31 staðfest bróstkrabba.
Tað vil siga, at 18 fingu staðfest bróstkrabba hjá kommunulækna, og 13 fingu staðfest bróstkrabba í samband við skreeningina í 2017.
Sum heild heldur Durita Tausen, at skreening tryggjar, at fleiri kvinnur verða kannaðar.
Landssjúkrahúsið brúkar danskar og evropeiskar leiðregglur sum grundarlag undir mammografiskreeningini, og uppgerðin frá Landssjúrkahúsinum vísir, at føroyska skreeningin higartil er í tráð við hesar leiðregglur.
