Fleiri staðfestingar av bróstkrabba

18.04.2018 - 12:29
InnlendisHeilsa
Fleiri staðfestingar av bróstkrabba
Tøl hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at frá 2007-2016 fingu í miðal 23 staðfest bróstkrabba árliga. Í fjør, tá skreeningin varð sett á stovn, fingu 31

13 kvinnur hava fingið staðfest bróstkrabba, nú umleið helvtin av kvinnunum millum 50 og 69 ár eru vorðnar skreenaðar fyri bróstkrabba.

Krabbameinsfelagið fegnast sum heild um skreeningina og heldur, at hon ger ein mun, tí tær 13 kvinnurnar høvdu helst fingið staðfest bróstkrabba seinni, um skreeningin ikki varð sett á stovn.

5600 innkallingar

Tað er eitt gott ár síðani at mammografiskreeningin av øllum kvinnum millum 50 og 69 ár byrjaði. 5.600 kvinnur skulu samanlagt kannast, og higartil er heltvin av teimum inkallað. 1.912 kvinnur hava tikið av tilboðnum. 

Og tøl frá Landssjúkrahúsinum vísa, at av teimum kvinnunum, sum eru kannaðar higartil, hava 13 kvinnur fingið staðfest bróstkrabba.

Durita Tausen er forkvinna í Krabbameinsfelagnum, og hon heldur, at higartil eru royndirnar av skreenignini jaligar.

Fleiri staðfestingar

Tøl hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at frá 2007-2016 hava í miðal 23 fólk fingið staðfest bróstkrabba í Føroyum um árið hjá kommunulækna. Men í fjør, tá skreeningin varð sett á stovn, fingu 31 staðfest bróstkrabba.

Tað vil siga, at 18 fingu staðfest bróstkrabba hjá kommunulækna, og 13 fingu staðfest bróstkrabba í samband við skreeningina í 2017.

Sum heild heldur Durita Tausen, at skreening tryggjar, at fleiri kvinnur verða kannaðar.

Landssjúkrahúsið brúkar danskar og evropeiskar leiðregglur sum grundarlag undir mammografiskreeningini, og uppgerðin frá Landssjúrkahúsinum vísir, at føroyska skreeningin higartil er í tráð við hesar leiðregglur.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889