- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan vil hava fiskidagar í 12 mánaðir
10.08.2017 - 12:20
Innlendis›Politikkur
Andstøðan vil hava fiskidagar í 12 mánaðir
Vinnunevndin hevur fund um fiskidagarnar aftur í morgin
Andstøðan í Vinnunevndini bjóðaði nevndarlimunum hjá samgonguni at gera semju um fiskidagar í 12 mánaðir.
Hetta var á fundinum í nevndini mánadagin.
Nevndarlimirnir í samgonguni tóktust hava áhuga fyri slíkari semju, sigur Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum.
Andstøðan hevur einki frætt aftur frá samgonguni, men fundur verður aftur í Vinnunevndini seinnapartin í morgin.
Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, vil ikki siga nú, um samgongan tekur undir við 12 mánaðum ella 16.
Tey arbeiða enn við málinum um fiskidagar.
Hann vónar, at tey verða liðug í dag ella í morgin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV