- Tíðindi, mentan og ítróttur
674 kvinnur verið til mammografi
02.06.2017 - 10:47
Innlendis›Heilsa
674 kvinnur verið til mammografi
Varastjórin á Landssjúkrahúsinum letur væl at fyrsta umfarinum av mammografi-kanningunum

Fyrsta umfarið av mammografis-creeningini av føroyskum kvinnum er farið afturum, og higartil hava 674 kvinnur fingið skannað bróstini á Landssjúkrahúsinum. 5 teirra eru farnar til víðari kanningar á bróstambolatorium.
Johan Jansson, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgdina av røntgenøkinum, letur væl at hesum fyrsta umfarinum.
Tað eru føroyskir radiografar, sum taka myndirnar til mammografiscreening, men tað eru tveir danskir røntgenlæknar á Sjællands Universitetshospitali, ið greina myndirnar. Kallað verður inn 3-4 ferðir um árið, góðar 800 kvinnur hvørja ferð.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV