- Tíðindi, mentan og ítróttur
Raðfestir pensjónsskipanina hægst
16.09.2015 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Raðfestir pensjónsskipanina hægst
Leikluturin hjá Samhaldsfasta skal styrkjast, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Ein nýggj pensiónsskipan er eitt av teimum málunum, sum nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum fer at raðfesta hægst.
Leikluturin hjá Samhaldsfasta skal styrkjast - meira skal rindast inn í grunnin og meira út, heldur Javnaðarflokkurin.
- At styrkja Samhaldsfasta kann verða við til at minka um trupulleikan við forskattingini av privata eftirlønargjaldinum. Tí Samhaldsfasti verður ikki forskattaður, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon hevur onga ætlan um at hækka pensjónsaldurin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV