- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði vongurin fremst
Sambært nýggjastu kanningini, sum varð kunngjørd í morgun, fær reyði vongurin 51,1 prosent av atkvøðunum og 90 sessir, meðan hin blái vongurin fær 48,9 prosent og 85 sessir í fólkatinginum.
Sostatt er gondin vent í mun til veljarakanningina, sum var gjørd í gjárkvøldið, har blái vongurin fekk 51,3 prosent av atkvøðunum og 89 sessir í fólkatinginum, meðan hin reyði fekk 48,7 prosent, og 86 sessir.
Við 90 sessum, hevur Helle Thorning Scmidt meirilutan av atkvøðunum, og kann skipa stjórn eftir valið.
Óvist úrslit
Úrslitið er tó enn óvist, og tað er lítið, sum skilir reyða og bláa vongin í Danmark. Tì kunnu føroysku og grønlendsku umboðini á fólkatingið framvegis verða avgerandi fyri, um tað verður Helle Thorning Scmidt ella Lars Løkke Rasmussen, sum verður danskur forsætisráðharri. Føroyar og Grønland fáa hvør síni tvey umboð í Fólkatingi. Ofta lagar úrslitið í Føroyum og Grønlandi seg soleiðis, at tilsamans tríggir flokkar stuðla reyðari stjórn, og ein tí bláu.
Vit tosaðu við Kaj Joensen um veljarakannignina, í tíðindunum klokkan átta í morgun.
Les meira
Tú kannst lesa meira um veljarakanningina her