- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri: Burturvið at avlýsa vitjanina
15.06.2015 - 11:22
Borgarstjóri: Burturvið at avlýsa vitjanina
Fólk hava glett seg, og tey eru sera vónsvikin, nú drotningin og Heindrikkur prinsur ikki komu til Føroya kortini, sigur borgarstjórin í Hvalba
Tað er fullkomiliga burturvið, at vitjanin verður avlýst við so lítlum skotbrái.
Tað sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
Fólk hava glett seg, og tey eru sera vónsvikin, nú drotningin og Heindrikkur prinsur ikki komu til Føroya kortini, sigur hann.
Hvalba hevur ikki havt kongaliga vitjan síðani eina ferð í trýssunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV