Partabrævið í Bakkafrosti hækkaði

24.02.2015 - 14:45
InnlendisSamfelag
Partabrævið í Bakkafrosti hækkaði
Tað vekir ans, hvussu nógvan pening Bakkafrost forvinnur úr hvørjum kilo av laksi

Bakkafrost hevur staðið seg væl, síðani alifyritøkan kom á keypsskálan í Oslo. Tí eru vónirnar altíð stórar, tá Bakkafrost leggur fram síni úrslit.

Men hóast onkur hevði hug at vísa á, at fyritøkan ikki megnaði at ala tað, sum hon setti sær fyri í 2014, so er móttøkan eisini hesaferð sera góð.

Serliga vekir tað ans, hvussu nógvar pengar Bakkafrost megnar at tjena burtur úr hvørjum kilo av laksi, ið verða ald.

Jógvan Hugo Gardar, tíðindamaður í Oslo, hevur fylgt við gongdini og reaktiónunum á keypsskálanum í Oslo í morgun.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278