- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andrias Edmundsson: Smáting venda dystinum
Tað var ein løta at bíða eftir Andriasi Edmundsson eftir javnleikin ímóti Lettlandi í Nations League í gjár.
Spælararnir vóru róptir inn í skiftingarrúmið á Tórsvølli, har teir millum annað tosaðu um málið, sum kostaði teimum sigurin.
- Eg komi at standa saman við tveimum monnum, og veit ikki ordiliga, hvønn mann eg skal dekka, so eg velji tann eina, og hann spælir til hin, sum skjýtur hann í kassan, segði Andrias Edmundsson, sum spældi enn ein góðan dyst í føroysku miðverjuni.
Tað vóru smáting, sum vendu dystinum til fyrimuns fyri útiliðið, helt miðverjin úr Wisła Płock.
- Vit royna sjálvandi at vinna dystin (eftir útjavnandi málið, red.), og tað gevur eisini pláss í bakrúminum hjá okkum, so teir fáa onkrar støður, sum teir kanska ikki fingu, tá vit sótu totalt á tí, segði Andrias Edmundsson.
Hanus Sørensen legði Føroyar framum fimm minuttir fyri stegðin, áðrenn Dario Šits javnaði í 69. minutti.