Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri fær kapping um OL-einskullaran
Sverri fær kapping um OL-einskullaran
Sverri Sandberg Nielsen fær nú kapping frá ungum donskum rógvara um plássið í OL-einskullaranum. Úrslitini seinni í ár vera avgerandi fyri, hvør av teimum fær sessin
23.01.2023 - 17:40
Sverri Sandberg Nielsen fær nú kapping frá ungum donskum rógvara um plássið í danska OL-einskullaranum.
23 ára gamli Bastian Secher hevur tikið seg nógv fram síðsta árið, og úrslitini seinni í ár skulu nú avgera OL-lagnuna hjá teimum báðum.
- Hetta árið skal gera av, hvør sleppur at bestemma, hvat vit skulu. Skulu vit rógva dupultskullara, skulu vit rógva singleskullara, ella hvør hevur singleskullaran, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Greitt er, at tað bert er pláss fyri einum donskum einskullara á Olympisku leikunum í París næsta ár.
- Tann fyrsta world cup-kappingin er úttøkukapping til EM, og triðja world cup-kappingin er úttøkukapping til HM, so tað gongur út upp á at vinna tær kappingarnar, sigur miðvingurin, sum eftir 4. plássið í OL í Tokyo tók eitt ára steðg frá yrkisrógvingini.
Vinnarin sleppur at gera av, um rógvast skal í einskullara ella dupultskullara.
- Um tað ikki gongur, sum tað skal, enda vit kanska í einum dupultskullara, sigur Sverri Sandberg Nielsen, tí tað er ikki vist, at Bastian Secher velur einskullaran. Miðvingurin er ivaleysur.
- Um eg vinni, rógvi eg singleskullaran.
Ikki besta útgangstøðið
Sverri Sandberg Nielsen heldur ikki, at kappingin millum teir báðar er besta útgangsstøði, tí tað kann órógva venjingina.
- Nú hava vit sama venjara, og dynamikkurin kann blíva eitt sindur undarligur, tá vit eru kappingarneytar. 'Hvussu nógv skal eg geva av mær sjálvum, sum kann gera, at hann verður betri', spyr Sverri Sandberg Nielsen.
Danmarksmeistarakappingin um vikuskiftið avgerð ikki, hvør verður betri, tá rógvast skal á vatninum, men hon gevur kortini góðar ábendingar um, hvussu rógvararnir eru fyri, og um vikuskiftið hevði miðvingurin munin. Hann var tvey sekund skjótari enn Bastian Secher og vann við tíðini 5.44.3.
- Tað var deiligt. Hetta var eitt sindur javnari, enn tað plagar, men tað kom ikki óvart á. Ein góður róður, sum eg kom rímiliga lætt ígjøgnum, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Sverri Sandberg Nielsen kappast við Bastian Secher (t.v.) um plássið í OL-einskullaranum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV