- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava fuglateljing á fíggjarlógina
Løgtingið samtykti í 2020 eitt uppskot til samtyktar um at tryggja javnar fuglateljingar. Men enn er onki hent á økinum.
Sambært landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, so fellur málið undir fleiri málsøkir, og tí er neyðugt at samskipa arbeiðið millum ymsu ráðini.
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur og granskari á Havstovuni, hevur í fleiri umførum víst á, at havhestaveiða ikki er burðardygg, so leingi mann ikki kennir støddina á stovninum, hvussu nógv kemur undan, og hvussu nógv verður veitt.
Arni Skaale heldur ikki neyðturviliga, at mann kan teingja teljingar og burðardygd saman. Samstundis heldur hann, at tað hevði verið skilabest, um greið hagtøl funnust.