- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rudda plast í Kyrrahavinum
Rudda plast í Kyrrahavinum
Í eitt ár hevur Trygvi Dalsgaard verið skipari á umborð á Mærsk Trader, ið er partur av verkætlan um at rudda høvini
05.09.2022 - 18:35
Hann sær reinur út, sjógvurin, men soleiðis er ikki.
Í Kyrrahavninum - langt av landi skotið - er fult av plasti.
Trygvi Dalsgaard er skipari á skipinum Mærsk Trader, sum er við í verkætlanini hjá felagsskapinum, Ocean Cleanup.
Endamálið hjá felagsskapinum er at rudda plast úr høvinunum. Ein verkætlan, sum byrjaði í 2018, og sum Mærsk er ein partur av.
Trygvi Dalsgaard hevur siglt við skipinum í eitt ár, og stóru mongdirnar av plasti ávirka Trygva nógv.
Sí heimasíðuna hjá Ocean Cleanup.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV