- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava Røkt at flyta sílini
Byrgingin í Heygadali verður undir øllum umstøðum tømd ein av komandi døgunum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í brævi, sent Johan í Niðristovu seinnapartin, skotið upp at flyta sílini.
Sum fyribilsloysn verður ítøkiliga nevnt at flyta sílini, eins og fyri nøkrum árum síðan, í fyribils tillagaða byrging millum Heygadal og Mýrarnar.
Ella at sílini verða flutt niðan í byrgingina á Mýrunum.
Bæði SEV og Heilsufrøðiliga starvsstovan taka undir við teimum loysnunum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið vil tí hava Røkt at seta seg í samband við SEV, so avtalast kann neyvari, hvussu farast skal fram.
Sleppur ikki á Kaldbaksfjørð
Stjórin í Røkt segði annars týskvøldið, at hansara mál er framvegis at fáa eitt granskingar- og menningarloyvi til sílaaling á Kaldbaksfirði.
Tað verður av ongum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið staðfestir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin mæla framvegis frá tí, tí sílini lúka ikki krøvini um sjúkufyribyrgjandi rakstur. Tað verður heilt einfalt mett ov váðið.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið sigur eisini, at Røkt fekk eina trý ára skiftistíð fram til 1. januar 2021 at gera lívfiskastøð í Heygadali.
Í brævinum stendur:
"Skiftistíðin varð sett fyri at geva Sp/f Røkt møguleika at gera lívfiskastøð í Heygadali sum lið í framhaldandi aling av sílum á landi í Norðradali. Ein ætlan, sum var gjørd í samráð við Sp/f Røkt. Tíverri setti Sp/f Røkt ongantíð ætlanina í verk, heldur ikki partin um lívfiskastøð í Heygadali."