- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsrøðin hjá Andriasi Høgenni lýsir føroyskt útisetalív í Keypmannahavn
Ungdómsrøðin hjá Andriasi Høgenni lýsir føroyskt útisetalív í Keypmannahavn
Føroyskt útisetalív fyllir ein fittan part av DR-ungdómsrøðini Ingen Vej Tilbage, sum verður víst á DR3 í næsta mánað.
11.02.2022 - 14:32
Andrias Høgenni trívist væl í DR Byen.
Og DR Byen tykist eisini at trívast væl við at hava Andrias Høgenni reikandi.
Føroyski filmsmaðurin hevur fingið at kalla fríar teymar at skriva og leikstjórna ungdómsrøðina Ingen Vej Tilbage.
Røðin hevur tikið fleiri ár, og í næsta mánað verður hon frumsýnd á DR3, sum heldur til á netinum.
Andrias Høgenni hevur ikki gloymt sítt føroyska upphav. Føroyar - serliga føroyskt útisetalív - fyllir ein fittan part av røðini. Fleiri føroyskir sjónleikarar eru eisini við.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV