- Tíðindi, mentan og ítróttur
Christian í grótinum flotaður
Christian í grótinum flotaður
Vit síggja her, hvussu tað gekk fyri seg, tá nýggjasta uppisjóvarskipið í flotanum varð flotað í gjár
25.06.2021 - 19:38
Skrokkurin á nýggja Christiani í Grótinum varð flotaður í Gdyna í Pólandi í gjár. Skipið er 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Tað hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans taka góð 3 túsund tons av niðurkøldum fiski.
Skrokkurin verður nú sleipaður til Skagen, har Karstensens Skibsværft skal gera skipið liðugt. Christian í Grótinum kostar um 300 milliónir krónur, tá tað verður latið eigarunum í januar næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV