- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øssur Johannesen málar sum fyri lívinum
Øssur Johannesen málar sum fyri lívinum
- Kemur tú ikki út við tí, so kann tað vera, at tú druknar í tínum egna myrkri, sigur Øssur Johannesen, sum hevur framsýning á Amager.
23.11.2018 - 20:15
Veggirnir á Psykiatrisk Center á Amager í Keypmmannahavn eru prýddir við málningum hjá Øssuri Johannesen.
Eitt afturvendandi myndaevni eru andlitini.
- Tað er bara eitt andlit innan úr mær sjálvum, sigur Øssur Johannesen, sum tó er farin at mála úti eisini.
Millum annað eru fleiri myndir av trøum.
- Eg havi kent meg stagneraðan. Gjørt tað sama og tað sama - júst sum nógvir av hinum føroyingunum gera. So eg royndi at finna uppá okkurt nýtt. At lýsa trøini gjøgnum tær fýra árstíðirnar, sigur Øssur Johannesen.
Framsýningin er opin at kalla árið út.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV