- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góður lærdómur frá 50-árunum
Góður lærdómur frá 50-árunum
Næmingarnir kunnu læra nógv av klædna- og hármótanum í 50unum. Tað halda lærararnir hjá klædnaatstøðingunum og næmingunum á Hárbreytini á Glasi
12.10.2018 - 20:08
Í dag var stór mótasýning við 50-ara klæðum og hárisniði, sum næmingarnir hava gjørt.
Og tað er ikki ov nógv sagt, at næmingarnir hava havt úr at gera seinastu dagarnar.
Umframt klædnaatstøðingar og næmingarnar á Hárbreytini, so vóru næmingar á miðla- og tónleikabreytini eisini partur av stóru verkætlanini.
Í innslagnum verður tosað við:
Sunnevu Thorsteinsson, leiðandi lærar á Hárbreytini
Marianna Gregoriussen á Skúr, næmingur á Hárbreytini
Oddny Hanusardóttir, næmingur á Hárbeytini
Turið Elinborgardóttir, klædnaatstøðingur
Foto: Mathias Dimon Næs
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV