- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæltu fleiri ferðir frá at byggja
Mæltu fleiri ferðir frá at byggja
Byggisamtyktin fyri økið við Sundsvegin í Havn varð broytt tvær ferðir, hóast umsitingin og landið mæltu frá at byggja á trøðni
05.10.2018 - 20:16
Tórshavnar býráð samtykti í tveimum umførum at broyta byggisamtyktina fyri eina trøð við Sundsvegin í Havn.
Trøðin var annars partur av einum stórum, friðaðum náttúruøki.
Hóast bæði umsitingin í býráðnum og landsmyndugleikarnir í fleiri førum mæltu frá at byggja á økinum, varð byggisamtyktin broytt í 2012 og aftur í 2016.
Í dag er loyvt at byggja 62 íbúðir á trøðni.
Seinnu ferð, byggisamtyktin varð broytt, sat kona Kristjan á Neystabø, Helena Dam á Neystabø, í býráðnum. Men sambært gerðabókunum var hon ikki við í viðgerðini av málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV