- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ingálvur byrjaði og endaði í Tryggingarfelagnum
Í móttøkuni í gamla Tryggingarfelagnum við Kongabrúnna í Havn hanga tveir málningar.
Sami málari, somu litir; men tvey ymisk tíðarskeið.
Fyrra málningin av Tinganesi málaði Ingálvur av Reyni 27 ára gamal undir Seinna Heimsbardaga á skrivstovuni hjá pápanum, sum varð stjóri í Trygginarfelagnum Føroyar.
Seinni málningurin, Gjøgnum tíð og rúmd, er málaður næstan 60 ár seinni. Hann skuldi upprunaliga hanga í løgtingssalinum, men Tryggingarfelagið endaði við at keypa hann.
Báðir málningarnir eru ikki hinir einastu, sum Tryggingarfelagið -nú Betri Samtakið - eigur. Fleiri av listarverkunum eru samtíðarlist, sum starvsfólk í innanhýsis listarbólkinum hava borið eyga við.