- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í Nigeria dámar teimum fiskahøvd
Marita á Rógvi skrivar
Røstu fiskahøvdini eru annars ádur endad sum minkafódur og burturkast. Men í Nigeria hava tey stóran áhuga fyri matvøruni, tí ræsti smakkurin kann brúkast sum kryddarí í einari sterkari súpan.
- Hon er ógvuliga sterk fyri ein hvítan mann sum meg, sigur Eirikur á Húsamørk, sum er stjóri í Høvdavirkinum.
FMP kent í Nigeria
Tá ið Eirikur á Húsamørk gongur á marknaðinum í Nigeria, kenna teir búmerki aftur.
- Hello mister FMP! rópa menninir á marknaðinum, tá ið teir síggja posarnar, letur í Eiriki á Húsamørk.
Hann er errin um, at hann hevur megnað at selja fiskahøvdini sum eina delikatessu í Afrika.
- Nú er tað góður matur fyri fátøk fólk, sigur hann.