- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hornorkestur við serligari søgu á G!
"Hot 8 Brass Band: 20 Years In The Making" er ein mini-dokumentarfilmur um serligu søguna hjá hornorkestrinum Hot 8 úr New Orleans, ið verður at hoyra á G! Festivalinum í summar.
Hot 8 Brass Band, sum í fjør hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag, hevur vunnið á meira mótgangi enn tey flestu. Fimm limir í bólkinum eru deyðir av ymsum ávum, og trompetspælarin, Terell "Burger" Batiste, misti beinini í einum ferðsluóhappi.
Bólkurin spælir víðari til heiðurs fyri sínar falnu vinir og fyri at varpa ljós á jaligar verkætlanir í sínum heimbýi, sum varð so meint raktur av ódnini Katrinu.
Hot 8 Brass Band, ið spælir eina blanding av jazzi, funk og hip-hop, hevur samstarvað og spælt saman við eini ørgrynnu av tónlistafólkum, eitt nú Lauryn Hill og The Blind Boys of Alabama. Bólkurin var í 2013 eisini tilnevndur eina Grammy fyri útgávuna "The Life and Times Of ... "