- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Elin Heðinsdóttir Joensen er forseti í ÍSF
ÍSF hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forseta. Elin Heðinsdóttir Joensen, sum hevur verið forkvinna í Fimleikasambandinum varð í kvøld vald.
ÍSF telur enn 16 sersambond
Tað hevur verið sera ófriðaligt kring Ítróttarsamband føroya seinastu vikurnar.
Allan dagin hevur verið gitt um, at Svimjisambandið, Hondbóltssambandið og Flogbóltssambandið fóru at taka seg úr felagsskapinum.
Tey hava verið ónøgd um, hvussu pengarnir sum ÍSF fær frá landinum og veddingarinntøkum verða býttir millum sersambondini.
Men nú er friður - eina løtu í hvussu er. Sum skilst vilja hesi trý sersambondini geva nýggju starvsnevndini ein kjans.
Nýggj starvsnevnd
ÍSF hevur eisini fingið fýra nýggjar starvsnevndarlimir. Jón Hestoy og John Kjær eru valdir í fýra ár. Sigurd Rasmussen og Schandorff Vang eru valdir í tvey ár.