- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havrannsóknarskip: Uppskotið kemur eftir ólavsøku
Havrannsóknarskip: Uppskotið kemur eftir ólavsøku
Løgmaður væntar ikki, at tað verður neyðugt at taka málið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyri at fáa tað framt
19.05.2015 - 08:26
Uppskotið um at skipa alment partafelag at byggja nýggja havrannsóknarskipið, verður lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann væntar ikki at tað verður neyðugt at taka málið frá Jacob Vestergard fyri at fáa tað framt.
Bárður á Steig Nielsen segði við Útvarpið í síðstu viku, at leggur Jacob Vestergaard ikki fram uppskot um alment partafelag, má løgmaður annaðhvørt áleggja honum tað, ella má løgmaður sjálvur leggja uppskotið fyri Løgtingið, segði Bárður á Steig Nielsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV