- Tíðindi, mentan og ítróttur
Holið í Kollafirði: Politikarar trýsta fakfólk
Holið í Kollafirði: Politikarar trýsta fakfólk
Málið um holið í biljverjuni í Kollafirði er eitt mál um, at politikarar trýsta fakkunnleikan at taka avgerðir, sum hann ikki vilja taka.
10.04.2015 - 19:44
Tað vísa skjøl í málinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Vit ætlaðu at spyrja Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki, hví hann sum fakkunnleiki letur seg taka av ræði av politiska myndugleikanum.
Men Ewald Kjølbro vil ikki gera viðmerkingar til málið.
Vit høvdu eisini viljað vitað, um tað eru onnur dømi, har politiski myndugleikin hevur trumfað avgerðir ígjøgnum, sum ganga út yvir ferðslutrygdina, men tað fáa vit heldur ikki svar uppá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV