- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teldan sum eitt hologram
Stórur spenningur var, tá Microsoft avdúkaði nýggja Windows 10 stýris-skipanina og nýggju møguleikarnar, sum fylgja við.
Størsta nýbrotið var fyrsta hologram teldan, heimurin hevur sæð.
Talan er um teldubrillur, sum eru eina uppgerð við mátan, vit higartil hava brúkt telduna. Microsoft ímyndar sær, at við HoloLens rennur saman millum teldu-heimin og veruliga heimin.
Fyrsta ítøkiliga dømi um, hvussu HoloLens kann brúkast, er, at tú fert at kunna ganga ein túr á Mars við at brúka HoloLens. Upptøkurnar hjá Mars akførunum hjá NASA eru gjørdar um til ein Virtuellan 3d heim, tú kanst ganga og gera kanningar í.
HoloLens-mennararnir hjá Microsoft lova, at HoloLens verður tøk á marknaðinum, áðrenn livitíðin hjá Windows 10 stýris-skipanini rennur út.