- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dennis Holm má frá fyri at fáa arbeiðsfrið
Dennis Holm má frá fyri at fáa arbeiðsfrið
Tað er fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið, at Dennis Holm fer úr starvi. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.02.2025 - 18:22
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, er farin úr starvi.
- Tað er fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið, at hann og Dennis Holm eru komnir ásamt um, at best er, at landsstýrismaðurin leggur frá sær, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmaður hevur gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.
Tjóðveldi skal nú gera av, hvør skal í landsstýrið fyri Dennis Holm.
1728946
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV